Tað vóru enn einaferð genturnar á Tvøroyri, sum vunnu róðurin fyri 5-mannafør við gentum.
Firvaldur legði seg tíðliga á odda, og helt tørn heilt á mál.
Men teir síðstu metrarnar, bjóðaðu Fípan Fagran, og serliga Silja av, men tvøragentur høvdu krút eftir og hildu tær aftanfyri seg.
Bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnuni var tað Jallurin, sum var nummar tvey, men í dag var tað so Silja.
Úrslitið v genturóðrinum var hetta:
1. Firvaldur: 05.13.14
2. Silja: 05.14.00
3. Fípan: Fagra 05.14.12
4. Jallurin
5.Síli
6. Spógvin
7 Teistin
8.Dúgvan










