Gentur 12 hjá H71 eru steypavinnarar

Genturnar úr Hoyvík vunnu tryggan sigur móti STÍF í finaluni í Faxe Kondi steypakappingini, sum varð spæld í høllini á Hálsi seinnapartin. Úrslitið var 18-14.

 

H71 legði seg beinanvegin framum, og StÍF megnaði ikki at svara aftur. Tá bríkslað var fyri hálvleiki, vóru hoyvíkingar  á odda 9-6.

 

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, Jóhanna Sørensen, sum varð vald til dagsins leikara, við fleiri skjótum málum legði H71 framum 13-8. STÍF kláraði ikki at svara aftur, og endin varð, at genturnar úr Hoyvík vunnu steypafinaluna 18-14.

 

Málskjúttar hjá H71:

Jóhanna Sørensen 7, Karin Egholm 3, Anna Elisabeth Veyhe 3, Karina Debes Heinesen 2, Inga Maria Roysdóttir 1, Lea Sesilia Lava Brockie 1, Tóra Róadóttir 1.

 

Málskjúttar hjá STÍF:

Marita Magnadóttir 8, Katrina Berg Mikkelsen 2, Maria Merdalo 1, Eyðbjørg Kallsberg 1, Sólja Ernstdóttir 1, Andrea Poulsen 1.

Faxe Kondi steypafinalur 2018:

Gentur 12 ár:

Úrslit: 18-14 til H71 móti STÍF

Dagsins leikari: Jóhanna Sørensen úr H71

 

 

Dreingir 10 ár:

Úrslit: 11-9 til Neistan móti VÍF

Dagsins leikari: Lýðar í Dímun úr Neistanum

 

 

Gentur 10 ár:

Úrslit: 13-12 til VÍF móti Kyndli

Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF