Í dag eru steypafinalurnar hjá teimum yngru í hondbólti. Í dagsins fyrsta dysti vann VÍF 7-6 á Kyndli. Talan er um finaluna í aldursbólkinum gentur 10.
Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum
Dysturin var javnur og spenanndiallan vegin. Nógv fólk er í høllini, men tað tóktist ikki ávirka ungu genturnar, sum spældu hondbólt í sínum lag.
Avgerandi málið í dystinum, sum er tveir hálvleikir á tíggju minuttir, kom ikki fyrr enn í seinasta minuttinum. Eftir dystin bleiv Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF vald til besta spælaran í finaluni.
Steypafinala gentur 10:
VÍF - Kyndil 7-6 (5-5)