General Motors ? hava »enduruppfunnið« bilin

Ongar pedalir, ongin girstong ella ratstamma. Bilurin verður drivin av brintbaseraðum brennikyknum og elektroniskari tøkni. Navnið á bilinum er Hy-wire. Bilførarin ger sjálvur av, um bilurin skal verða høgra ella vinstrastýrdur

Seinnu árini hava vit lagt til merkis, at fleiri og fleiri funktiónir í bilunum blíva elektroniskar. Um nøkur ár sær tað út til, at bilurin sum bleiv uppfunnin fyri góðum hundrað árum síðan, við mekaniskum elektriskum funktiónum, verður so gott sum elektroniskur burturav. Tað vil siga at tað verður elektroniskt og elektriskt samband millum tær ymisku funktiónirnar í staðin fyri mekansikt. Navnið "Hy-wire" stendur fyri "Hydrogen" og "drive-by-wire", tí bilurin verður drivin av brintbaseraðum brennikyknum og stýrdur av elektronikki og elek-triskum ledningum í staðin fyri mekaniskum sambandi.
Á Hy-wire eru øll elementir og allar stýrieindir innbygdar í ein 28 cm tjúkkan chassisbotn, sum mest líkist einum skateboard. Framman fyri bilfør-aran er onki instrumentborð ella fótpedalir, bert ein sokallaður "X-drive" monitorur, har alt verður stýrt frá. Bilførarin kann bremsa, accelerera og stýrast við einum handtaki. Elektroniski monitorurin registrerar tær mongu skipanirnar í bilinum. Monitor-urin kann flytast tvørturum í bilinum so bilførarin sjálvur ger av um bilurin skal vera høgra ella vinstrastýrdur. Bilurin er bygdur úr aluminium og trevjuglasi. Hy-wire hevur brint-brennikyknurnar aftast í bilinum, ið levera 94 kilowatt, ella 128 hk, og ein elektromotor sum situr millum hjólini framman. Eginvektin er 1900 kg. Hjólini framman eru 20" meðan tey aftan eru 22". Ætlanin er at bilurin skal koma á marknaðin um átta ár, í 2010.