Vælkendur er hann, Gene Hackman. Hann hevur spælt við í einum ótali av filmum gjøgnum fimm tíggjuár. Nevnast kunnu millum aðrir Bonnie and Clyde, Young Frankenstein, Superman, Enemy of the State og Behind Enemy Lines. Hetta eru bert nakrir heilt fáir av teimum kendastu filmunum, sum Gene Hackman hevur spælt við í.
Nevndin, ið umsitur Cecil B. DeMille heiðurslønina, hevur avgjørt, at Gene Hackman verður hann, sum fær virðislønina hesuferð. Hackman er nú 72 ára gamal, og tá Golden Globe verður, verður hann samstundis heiðraður fyri hansara ískoyti til filmsheimin tey seinastu mongu árini.
Onnur, ið hava fingið hendan heiðurin, eru: Harrison Ford, Al Pacino, Dustin Hoffman, Shirley MacLaine, Jack Nicholson, Sean Connery og Sophia Loren.
Hóast hann nú má sigast at vera komin fitt upp í árini, so er Hackman júst nú í ferð við at spæla ein film inn, sum eitur The Runaway Jury. Her spælir hann saman við John Cusack og Dustin Hoffman.