Genbroyttar matvørur einasta loysn

Vinnuhúsið skrivar á sínari heimasíðu, at genbroyttar matvørur vaksa alsamt í tali, og at Evropa sleppur í framtíðini ikki undan hesum fyribrygdinum.

Tað eru vantandi 9 milliardir menniskju á jørðini í ár 2050, og tí verður alsamt størri tørvur á proteinum.

- Landbúnaðurin hevur skjótt nátt markið fyri, hvussu nógv kann framleiðast. Genbroyttar rávørur er tí einasta loysnin, greiðir Wout Dekker, stjóri á Nutreco og eigari av altjóða fóðurfyritøkuni >>Skretting<<, frá. Fyri fáum árum síðani varð genbroytt soya ikki framleitt, men er nú 40 prosent av samlaðu framleiðsluni. Vinnuhúsið greiðir frá, at tað verður ein stór avbjóðing hjá alivinnuni og fóðurframleiðarunum at fyrireika brúkaran og hjálpa honum at skilja hesa støðuna.