Gekkefepurin herjar í øllum førum eina viku afturat. Seinastu nógvu vikurnar er Gekkurin støðugt vorðin feitari og feitari, og nú ber skjótt av.
Í kvøld var Olav Andreasen úr Havn hepni hyggjarin, sum slapp ígjøgnum, men heldur ikki hjá honum eydnaðist at vinna Gekkin.
Soleiðis komu 100.000 kr. afturat í pottin, sum altso er 1,2 mió kr. komandi vikuskifti.









