Føroyska U19 kvinnulandsliðið í hondbólti vann fyrr í dag stórsigur 33-15 (13-7) á Moldova í EM-undankapping, sum er í Makedonia hetta vikuskiftið. Hini liðini í bólkinum eru Makedonia og Ungarn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr U19 landsliðsvenjaran, Harald Bjørgvin taka samanum føroyska avrikið ímóti Moldova í dag.
Harald Bjørgvin greiðir frá, at talan var um eina heldur tunga byrjan, og eitt time-out mátti til fyri at fáa rætta uppá ymisk ting. Eftir hetta gekk væl betri, og í seinna hálvleiki gjørdist munurin eyðsýndur. Hóast stóra sigurin, so heldur Harald Bjørgvin, at føroyska liðið gjørdi ov nógv mistøk.
Nú bíðar Ungarn í morgin, og Makedonia sunnudagin. Harald Bjørgvin heldur, at dysturin ímóti Makedonia verður avgerandi hvørt føroyska liðið kemur víðari í kappingini ella ikki. Ungarn hevur eitt ræðuliga sterkt lið, og tí verður meiri talan um at brúka dystin ímóti Ungarn til nakrar taktiskar disposisjónir.