Gekk skjótt fyri seg

Tá vit eftir fjórðingsfinalurnar ði 200 metra renningini tosaðu við Heina, gitti hann, at um hann kláraði at renna upp til sítt besta, skuldi tað verið nóg mikið til eitt finalupláss.

 

Soleiðis varð tó ikki. Í hálvfinalunum gekk sera skjótt fyri seg, og hóast Heini rann teinin í 23,12 sekundum, so var hetta ikki nóg mikið til at vinna seg í finaluna, har allir luttakararnir høvdu undir 23,00, sum er besta tíðin hjá Heina.

 

 

 

Magni aftastur

 

Magni Mouritsen gjørdist aftastur í finalurenningini á 800 metra teininum, men hetta var eisini á leið tað, sum roknast kundi við. Flestu av hinum rennarunum í finaluni hava sínar bestu tíðir væl undir føroyska metinum á teininum, og longu undan finaluni hevði Magni eisini sagt, at hann so ikki roknaði við nøkrum sum helst.

 

 

 

Randi nummar átta

 

Fyrsta føroyska kvinnan, sum luttók í spjótkasti á Oyggjaleikum, Randi Kúrberg, gjørdist mánadagin nr. átta í kappingini. Randi tveitti spjótið 26,04 metrar, og tá vinnandi kastið var 40 metrar, reint, sigur tað seg sjálvt, at Randi einki hevði at siga í so máta.

 

Talan var tó ikki um tann heilt stóra munin nøkur fet upp eftir í røðini, og hevði talan verið um ein av bestu døgunum hjá Randi, kundi hon verið eini tvey fet longri uppi, men soleiðis varð tó ikki hesaferð. Hinvegin hevur luttøkan ivaleyst givið Randi nakað av royndum, soleiðis at hon komandi tvey árini kann menna seg enn meira.