Fyrsta kappingin var nú klokkan 16 í Runavík, og eftir lítlum hálvum tíma var vinnarin funnin. Vinnari gjørdist Arnleyg í Lon Mohr, sum fann ryggsekkin við vinninum við Apotekið í Runavík.
Vinningurin var eitt gávubræv uppá eina familjuferð og annað gott.
Fyrsta ábendingin kom út á Facebook-vanganum hjá Smyril Line, á in.fo og á Rás 2 klokkan 16, og løtu seinni kom næsta ábendingin um, hvar skatturin kundi finnast, út á somu støðum. Arnleyg í Lon Mohr gjørdi ógvuliga skjótt av og fann skattin.
Klokkan 18 verður aftur kappast. Tá verður leitað eftir skattinum í Klaksvík, og aftur tá kunnu ábendingar síggjast og hoyrast á facebook-vanganum hjá Smyril Line, á in.fo og á Rás 2.









