TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar í sendingini "Gullradio" á Rás2.
Sølvi Vatnhamar er samdur við teimum mongu, sum halda, at tað serliga í fyrru hálvu gekk framúr væl hjá honum. Í gjárakvøldið fekk Sølvi Vatnhamar so eina viðurkenning við at gerast bæði ársins spælari, og ársins miðvallari.
Sølvi Vatnhamar greiðir, at hann stóð klárur at gera ein "Arnbjørn" og verða til reiðar at fanga returbóltin, um Atli Gregersen kiksaði brotssparkið í tí avgerandi dystinum á Argjum.
Sølvi Vatnhamar greiðir eisini frá hvussu hann upplivdi at vinna seg aftur frá mótgongdini og skaðunum, sum liðið hevði, og so at standa loksins við FM-steypinum.










