Gekk úr Norðurkorea til Suðurkorea

Norðurkoreanar hátíðarhalda í dag 69 ára føðingardagin hjá landsins leiðara, Kim Jong-Ils. Men ein norðurkoreanskur maður valdi at brúka føðingardagin til at flýggja av landinum, og tað eydnaðist honum at ganga um markið til Suðurkorea.

Í Suðurkorea skilja fregnartænastan og herurin ikki rættiliga, hvussu tað eydnaðist manninum at ganga tvørtur um markið, uttan at teir norðurkoreonsku vaktarmenninir varnaðust hann. Harafturat eru minur lagdar allastaðni fram við markinum, men heldur ikki tær kundu forða manninum.

Tann djarvi og hepni flóttamaðurin varð tikin, tá hann kom inn um suðurkoreanska markið, og hann er nú til avhoyringar.

Reuters skrivar, at tað er sera sjáldsamt, at tað eydnast fólki at flýggja úr Norðurkorea um markið til Suðurkorea. Harafturímóti flýggja fleiri hundrað norðurkoreanar um markið til Kina á hvørjum ári.