Gekk betur enn væntað

Jacob Vestergaard sigur, at ætlandi skuldi fundurin í gjár bert vera ein fundur, har veruligu samráðingarnar vórðu lagdar til rættis

Fiskiveiðuavtalan, sum kom til høldar í gjárkvøldið, varð veruleiki, hóast tað ikki var ætlanin at hava veruligar samráðingar í gjár.

 

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, segði í samrøðu við Rás2, at tá øll samráðingarumboðini kortini vóru í London, so varð ein samráðingarroynd gjørd, og hon bar á mál mest sum alt fyri eitt.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra tað, sum Jakob Vestergaard segði við Rás2 fyrr í dag.