Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum staðfestir geislavirkni frá kjarnorkuvanlukkuni í Japan.
Geislavirkni frá kjarnorkuvanlukkuni í Japan er nú staðfest í Føroyum.
Geislingin stavar frá spreinginum á Fukishima kjarnorkuverkinum, ið hendu í kjalarvørrinum av ógvisligu jarðskálvtunum 11. mars 2011.
Smáar nøgdir av jod-131 eru staðfestar í føroyska umhvørvinum. Mátingar eru gjørdar av geislavirkni í grasi, ið varð savnað 27. mars og 28. mars.
Geislingin frá jod-131 í grasi er mátað til at liggja millum 14 og 28 Becquerel fyri hvørt kilo av grasi.
Jod-131 er eitt av geislavirknu evnunum, ið koma frá kjarnorkuspreinginum.
Helvtartíðin fyri jod-131 er 8 dagar.
Mátaða geislingin í Føroyum er sera lítil, og hon hevur ongan heilsuligan týdning, sigur Fróðskaparsetrið.