Geislavirkin leki í Sellafield

Geiðslavirkin evni eru runnin úr kjarnorkuendurvinningarverkinum Sellafield og niður í grundvatnið undir verkinum.

Bretska blaðið The Guardian skrivaði í gjár, at nakrir 50 ára gamlir tangar á kjarnorkuendurvinningarverkinum Sellafield eru farnir at leka. Fleiri túsund tons av geiðslavirknum evnum eru í tangunum, og myndugleikarnir hava sett eina skjóttarbeiðandi nevnd at kanna lekan og møguligar avleiðingar. Nevndin skal eisini kanna, hvat skal gerast fyri at forða fyri, at tey geiðslavirknu evnini, sum eru runnin úr tangunum, koma í samband við drekkivatnið.
Seinastu árini hevur fleiri ferðir verið nevnt, at vandi kundi vera fyri leka á Sellafield-verkinum. Myndugleikarnir hava nýtt meiri enn eina milliard krónur til at byggja nýggjar tangar, men arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað.
The Guardian skrivar, at eftirlitsmenn hjá bretsku kjarnorkumyndugleikunum varnaðust lekan í november í fjør. Royndir at bora niður í jørðina nærhendis verkinum vístu, at geiðslavirkin evni vóru í jørðini.
Sambært blaðnum var talan um evnið technetium 99. Norska stjórnin hevur fleiri ferðir mótmælt, at hetta evnið rennur frá verkinum út í Írska Havið og haðani við streyminum inn í norskan sjógv.
Bretsku kjarnorkumyndugleikarnir siga í einari fyribilsfrágreiðing, at sum er nýtist almenninginum ikki at stúra, men at kanningarnar halda fram. M. a. er ætlanin at kanna, hvussu nógv technetium 99 er likið úr teimum gomlu tangunum, um onnur geiðslavirkin evni eru runnin úr tangunum, og um tangarnir framvegis leka.