Geir Haarde í tíðindum á Rás2

Í tíðindasendingini nú á miðdegi ber til at hoyra samrøðu, sum Kári Mikkelsen hevur gjørt við íslendska forsætisráðharran, Geir Haarde Sum einastu føroysku miðlar hesar seinastu dagarnar hava Rás2, Sosialurin og Portalurin fingið orðið á Geir Haarde, forsætisráðharra, í Íslandi.

Hóast hetta als ikki var tilrættislagt - heilt einfalt tí, at forsætisráðharrin ikki hevur stundir í hesum døgum at tosa við miðlafólk hvør sær - játtaði Geir Haarde at gera viðmerkingar til spentu fíggjarstøðuna, sum Ísland í løtuni er í, hóast hann var á veg til ein tíðindafund við íslendskar fjølmiðlar. Og hóast samrøðan gjørdi, at hann bleiv seinkaður til tíðindafundin.

Í tíðindasendingini nú á miðdegi, hósdag, ber til at hoyra samrøðuna, sum Kári Mikkelsen gjørdi við íslendska forsætisráðharran.