Geir Haarde frá sum floksformaður

Íslendski forsætisráðharrin hevur fingið staðfest illkynjað krabbamein Geir Haarde segði við íslendsku fjølmiðlarnar um middagsleitið, at hann ætlar sær frá sum formaður í Sjálfstæðisflokkinum, og at flokkurin fer at skjóta upp, at val verður til Altingið leygardagin tann 9. mai.

Forsætisráðharrin greiddi frá, at hann hevur fingið staðfest illkynjað krabbamein, og at hann skal uttanlands at leita sær læknahjálp í næsta mánað.

Sambært fjølmiðlunum fer Sjálfstæðisflokkurin at hava landsfund síðst í mars.