Geir góða samvitsku

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Geir H. Haarde heldur seg ikki hava ábyrgd av, at fleiri av landsins bankum fóru av knóranum. Í einari sending í norska og svenska sjónvarpinum um vikuskiftið segði Geir H. Haarde seg hava reina samvitsku.

Hann viðgekk, at hann og stjórnin kundu havt avmarkað rásarúmið hjá bankunum, men vardi seg við, at stjórnin helt seg til tað, sum hon fekk at vita frá fíggjareftirlitinum.

Harafturat var bankakreppan í Íslandi ikki nakað seríslendskt fyribrigdi, men heldur partur av altjóða fíggjarkreppuni, segði Geir H. Haarde í sendingini.