Geir: Fái ikki brúkt dystin til nakað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr vónbrotna venjaran hjá VÍF kvinnunum taka samanum tapið í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá VÍF-kvinnum, Geir Wardum aftaná greiða 21-28 tapið hjá VÍF ímóti neistakvinnum fyrr í dag. Eitt tap, sum merkir, at VÍF hevur níggju stig upp til fyrsta plássið, har Neistin liggur, og trý stig upp til Kyndil á øðrum plássi. 

 

Geir Wardum slær fast, at avrikið í fyrra hálvleiki var so út av lagi vánaligt, at hann kann ikki brúka dystin til nakað, sum helst. Hann staðfestir, at hansara spælarar eru væl og virðiliga greiðar yvir, at tær hava lagt eitt vánaligt avrik fyri dagin. 

 

Geir hevur tó ikki mist vónina um at fáa Kyndil aftur í stríðnum um at vinna annað FM finaluplássið.

 

Støðan í Hvonndeildini :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin153732888526
2Kyndil143292656420
3VÍF143613412017
4Stjørnan14298378-809
5StÍF15302354-528
6VB14308345-376