Gazza afturhildin eftir »hending«

Løgreglan í Northumbria í landnyrðingspartinum av Onglandi varð tilkallað, og Gascoigne varð alt fyri eitt afturhildin, og er nú dømdur eftir einari serligari enskari lóg, ið verður rópt »Mental Health Act«. Hendan serenska lóg, ið er í galdandi í Onglandi og í Wales, áleggur myndugleikunum at afturhalda fólki, ið at síggja til eru mentalt óstabil, ella svaklig. Tey, ið verða dømd eftir hesari lóg, verða áløgd at fara undir mentalkanning, og ognir teirra, og annað samsvarandi verða stýrdar av myndugleikunum, so longi tann dømdi er undir varðhaldi.

 

Ein talsmaður fyri løgregluna í Northumbria segði, at løgreglan varð útkallað til The Hilton Hotel í Gateshead í gjárkvøldið, tá teir høvdu fingið fráboðan um, at ein 40-ára gamal maður órógvaði gestirnar á hotellinum.

- Maðurin varð afturhildin eftir The Mental Health Act, og ongin kom til skaða av tiburðinum.

 

Gascoigne hevur havt eitt trupult lív, fylt við mentalum óreglusemi og fráviki frá vanligum atburði

 

Gazza varð einaferð mettur at vera ein av bestu miðvallarunum í heiminum, men yrkisleið hansara var fylt við persónligum trupulleikum, harav nógvir stóðust av hansara ógvusligu rúsdrekkanýtslu.

 

Hann er viðgjørdur fleiri ferðir fyri drykkju- og mentalar trupulleikar.

Seinnu árini hevur hann eisini fleiri ferðir verið í holt við løgregluna.