Sambandið til russisku risafyritøkuna, Gazprom, varð skapt undir COP15-ráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.
Gazprom arbeiðir fyrst og fremst innan gassøkið á landi, men er eisini við innan oljuvinnuna off-shore, og er eitt nú við í meningini av Stockman-feltinum í Barentshavinum saman við Statoil og Total. Tó er tað so, at innan oljuvinnuna er Gazprom mest við sum íleggjari.
- Tí varð roynt at fáa ein fund í lag við Gazprom, so vit kundu kunna felagið um føroyska oljuleitingarøkið, og um føroyskt vinnulív og teir møguleikar, ið har eru. Og kanska serliga, hvat føroyskar fyritøkur kunnu bjóða í sambandi við oljuvinnuna, sigur Jóhan Dahl.
Tað var Johan Mortensen, ið skapti sambandi við DONG, og har fekst ein fundur í lag við danska olju- og gassfelagið.
Tað førdi so til ein fund millum Vinnumálaráðið og Jarðfeingi umframt Føroya Tele, ið er ein veitari til millum annað oljuvinnuna í Norðsjónum gjøgnum SHEFA.
- Tað hildu vit var ein einasandandi møguleiki at kunna um føroysk viðurskifti generelt fyri hesum stóra felagnum, sum hevur 400.000 fólk í starvi kring allan heim, og sum eisini opererar globalt, sigur Jóhan Dahlo.
Hesin fundurin varð so fyriskipaður og varð hildin í Moskva fyrradagin.
- Tað var sera áhugavert fyri meg sum landsstýrismann at kunna um føroyskt vinnulív og um Føroyar. Kanska serliga um føroyska oljuleitingarøkið, um møguleikar og framtíð, sigur Jóhan Dahl.
Medved til Føroya
Heri Ziska frá Jarðfeingi, sum sambært Jóhan Dahl er okkara fremsti geologur á økinum, hevði eina framløgu fyri Medved og hansara fólki um føroysku oljusøguna og um tað, sum liggur fyri framman, meðan Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, kunnaði um teir kaðalir, sum lagdr eru til og úr Føroyum, millum annað SHEFA, og hvørjar førleikar Føroya Tele hevur í tí sambandi.
- Tað hevði Medved stóran áhuga í og segði seg fegin vilja hava meira at vita um bæði føroyska oljuleitingarøkið og samsiftisøkið. Hann bað eisini um at fáa fleiri upplýsingar frá Jarfeingi, og tað fær hann so sendandi ein av fyrstu døgunum, sigur Jóhan Dahl.
Hann helt, at tað kundi verið áhugavert hjá Føroya Tele at fingið samband við okkurt av dóttirfeløgunum hjá Gazprom innan telekommunikatiónsøkið, millum annað á Stockman-økinum at vita, um føroyska fyritøkan kundi gera seg galdandi har.
- Eg metti, at tað kundi verið áhugavert hjá Medved at komi til Føroyar, so eg nýtti høvið at bjóða honum hendanvegin, so hann við egnum eygum kundi síggja, hvussu vit búleikast, og seta seg inn í føroysk viðurskifti, sigur Jóhan Dahl.
Stjórin í russisku risafyritøkuni tók væl ímóti innbjóðingini, so nú fer landsstýrismaðurin at senda eina almenna innbjóðing um at koma hendanvegin.
Gazprom áhugað
Jóhan Dahl kunnaði um føroyska vinnu generelt og eisini um ta stóru oljunýtsluna, sum vit hava her í Føroyum.
- Tað kundi jú verið áhugavert hjá Gazprom at bjóða seg fram at selt olju til tey feløg, sum eru viðkomandi á føroyska marknaðinum. Slíkt er sjálvandi altíð ein spurningur millum feløgini og tann, sum selur, men vit fara í hvussu er at kunna teir operatørar, sum eru á marknaðinum, um hvat Gazprom segði um tey viðurskiftini, sigur Jóhan Dahl.
Hann sigur, at tað sjálvandi verður upp til føroysku feløgini at taka tað harfrá.
- Alt í alt haldi eg, at tað var ein sera áhugaverdur túrur fyri okkum, og vónandi verður hann gagnligur fyri føroyska oljuleiting. Tað hevur jú stóran týdning at skapa áhuga hjá einum stórum felagi sum Gazprom, og at teir eru vitandi um tann »open-door« møguleikan, har teir kunnu koma inn og bjóða upp á økir, sum verða bjóðað út, samstundis sum møguleikin er fyri at keypa seg inn verandi loyvir, og harvið verða við til at fíggja, sigur Jóhan Dahl.
Og hann heldur, at hetta er ein møguleiki, sum Gazprom vísti áhuga fyri.
- So eg vóni, at túrurin fer at geva úrslit upp á sikt, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.