Undir yvirskriftini »Meeting between Gazprom-deputy Aleksander Medvedev and Faroe Minister Johan Dahl« verður greitt frá vitjanini. Har stendur, at mikudagin varð høvuðsborgin hjá hjá Gazprome karmurin um ein arbeiðsfund millum Alexander Medvedev, stjóra og Johan Dahl, handils- og vinnumálaráðharri Føroya. Partarnir umrøddu samstarvsmøguleikar fyri Gazprome og Føroyar á orkuøkinum og nevndu mest áhugaverdu økini fyri einum samstarvi. Serstakur áhugu varð vístur møguleikunum fyri at fara undir eitt samstarv á olju og gassøkinum millum Gazprom og danska Dong Energy. Umframt hetta varð eisini tosað um møguleikarnar fyri samstarvi millum deildir hjá Gazprom og føroska Føroya Tele, á samskiftisøkinum. Tíðindini um vitjanina finnast ma. á heimasíðuni russia-media.ru.
Dong avsannar
Tann parturin av tíðindaskrivinum, sum snýr seg um samstarv millum Gazprom og Dong, hevur fingið danska miðlar at taka málið upp. Dong vísir í samrøðu við danska blaðið Børsen aftur tíðindunum um, at ítøkiligar ætlanir eru um gass og oljusamstarv millum Gazprom og Dong á føroyska landgrunninum. Tíðindini um hetta samstarv hava skapt ikki sørt av undran hjá Dong, sum við Børsen sigur, at fyritøkan hevur ongar ætlanir um felags útvinning av olju og gassi saman við Gazprom í Føroyum.
– Landsstýrið í Føroyum hevur heitt á okkum um at skipa fyri einum fundi millum landsstýrið og Gazprom, men vit skilja als ikki tann partin av tíðindaskrivinum, sum snýr seg um samstarv millum Gazprom og Dong sigur tíðindakvinnan hjá Dong, Louise Münter.
Sambært Børsen ynskir Gazprom ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, heldur ikki eftir, at Dong hevur víst aftur tíðindini um samstarv millum Dong og Gazprom í Føroyum.
Gazprom og Dong hava í dag tætt samstarv um avtalur at flyta gass úr Ruslandi til Dong, sum í framtíðini skulu nøkta ein stóran part av danska gassbrúkinum, og um Gazprom er við at fara undir eitt samstarv við Dong Energy at leita eftir olju og gassi í Føroyum, so er tað ein víðkan av samstarvinum, hvat Dong so vísir aftur. Børsen hevur umsett partin um Dong úr tíðindaskrivinum soleiðis: »Gazprom og det danske selskab Dong Energy har især undersøgt muligheden for at gennemføre fælles olie- og gasprojekter.« Bretskan útgávan frá Gazprom er soljóðandi: »Particular attention was paid to the opportunities of launching joint oil and gas projects by Gazprom and Danish Dong Energy.«
Dong ikki umrøtt
Sosialurin hevur biðið Johan Dahl um eina viðmerking til tíðindini í Børsen. Johan Dahl vísir til tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum, ið ikki sigur nakað um samstarv millum Gazprom og Dong. – Vit kunnaðu um Føroyar, føroyska vinnu og her serstakliga um arbeiðið á landgrunninum at leita eftir olju og gassi.
– Men Dong var við á fundinum!
– Av tí at Dong og Gazprom samstarva á øðrum økjum fingu vit Dong at hjálpa okkum at fáa hesa vitjan í lag. Tvey fólk frá Dong vórðu við á fundinum men søgdu einki. So her má vera komin onkur misskiljing í hjá teimum, sum hava orðað tíðindakrivið.
Johan Dahl leggur tó aftrat, at einki er til hindurs fyri, at oljufeløg, sum longu arbeiða á Føroyaøkinum, og her er Dong eitt av teimum, samstarva um leiting á landgrunninum. – Tað er kortini ikki nakað, sum vit sum myndugleiki leggja okkum út í. Vit skapa karmararnar, og so er upp til oljufeløgini, hvønn tey møguliga samstarva við.
Johan Dahl sigur, at hann nú spentur bíðar eftir, at Gazprom tekur ímóti innbjóðingini at vitja Føroyar. – Fyrimunurin við einari vitjan er, at Medvedev sjálvur fær gjørt sær eina mynd og meining um møguleikarnar her hjá okkum, sigur landsstýrismaðurin, ið staðfestir, at stjórin í Gazprom var positivur mótvegis innbjóðingini.