Gaza: politisk loysn neyðug

Oddagrein:

Støðan í Gaza nærkast nú humaniterari katastrofu. Síðan álopini á Gaza hava um 800 fólk latið lív – av hesum eru 220 børn. Ein skal vera meira enn harðhjartaður fyri ikki at hava samkenslu við hesum neyðars menniskjum, sum eru stongd inni á einum lítlum øki, sum ikki sleppa til rýmingar og sum hvørki hava reint vatn, streym ella brenni. Hernaðarliga aftursvar Ísraels til rakettálopini frá Hamas er heilt uttan lutfall. Her er talan um eitt álop av apokalyptiskum dimensiónum á eitt púra verjuleyst landsfólk. Ísrael hevur sjálvsagt rætt at verja seg, men henda púra eirindaleysa hevndin inn á heimafólkið fyri rakettálopini frá Hamas kann á ongan hátt verjast.

 

Tað verður í altjóða høpi gitt um orsøkir til hesa ótálmaðu og harðrendu herferð. Talan er ivaleyst um bæði innlendis so væl sum uttanríkispolitiskar orsøkir. Uttan mun til hvørjar orsøkirnar eru, so kann heimssamfelagið ikki sita hendur í favn og óvirkið líta at hesum ræðuliga sorgarleiki. ST trygdarráðið hevur samtykt at heita á partarnar um at binda frið og at gera avtalu um vápnahvíld. Í Cairo sita partarnir við samráðingarborðið, og tíðindini frá hesum samráðingum eru ymisk. Stundum ljóðar, at nú er semja um vápnahvíld komin undir land og stundum verður sagt, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum.

 

Fyrr ella seinni fer stríðið í Gaza at enda við vápnahvíld. Tann stóri spurningurin er: hvat so? Ísrael vinnur ikki varandi friðin við hesari herferðini. Landið kann sjálvsagt fara so harðliga fram, at Hamas einki hevur í at velja uttan at binda frið. Trupulleikin hjá Ísrael er bara, at mótstøðan móti Ísrael veksur fyri hvønn dag, ið álopini standa við eins og hatrið bert veksur. Tað er so satt, sum tað er sagt, at fyri hvørja bumbu, sum Ísrael kastar yvir Gaza, skapar Írael samstundis 100 nýggjar yvirgangsmenn, sum fara at hevna seg á Ísrael og á vinir Ísraels kring heimin.

 

Hvussu fæst ein varandi friður í lag í Palestina? Svarið er enn sum áður, at friðurin bert kann vinnast við einari politiskari loysn, sum allir partar góðtaka og sum stórveldini, fyrst og fremst USA, borga fyri. Henda loysn krevur, at allir partar boyggja seg og gera upp við gamlan og fastlæstan hugburð. Ísrael noyðist at viðurkenna ein frælsan og suverenan palestinskan stat og viðurkenna mørkini fyri seks daga kríggið í 1967. Hartil má hesin statur hava eystara part av Jerusalem sum høvuðsstað, soleiðis, sum ST lovaði palestinska upprunafólkinum í 1948. Hamas, Fatah, Hizbolla og arabiski heimurin má viðurkenna Ísrael og rætt Ísraels at vera til. Hesar eru sambært altjóða eygleiðarar tær fortreytir, ið skul verða loknar, um ein varandi og tryggur friður skal fáast til vega í hesum parti av Miðeystri. Tað verður ikki nakar lættur setningur, tí her eru so nógv ymisk áhugamál og stríðsmál av politiskum, búskaparligum, mentanarligum og átrúnaðarligum slagi. Men hendan er leiðin, sum ST, stórveldini, Ísreal og arabisku tjóðirnar mugu ganga, um tann friðurin skal vinnast. Í morgin er Gazagonga í Havn. Vónandi er hon við til at loysa upp fyri, at eisini føroyingar skilja støðuna enn betri.