Tá forkvinnan í ES nevndini fer út í Tinganes út ímóti middagsleiti, standa fólk ímóti henni við fløggum og skeltum at mótmæla støðuni í Gaza.
Tað verður so bara, sum Ursula von der Leyen við fylgi fer at ganga á leiðini undir Kjallara út í Tinganes. Ein møguleiki er sjálvandi, at hon fer út eftir Reyninum ella oman gjøgnum Gongina.
Tað verður klokkan 12.15, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, fara at skriva undir semjuskjalið, sum skal vera grundarlagið undir víðari samráðingum, sum helst skulu greiða gøtuna, so Føroyar fáa eina víðkaða fríhandilsavtalu um góðskaðar vørur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##





















