Óli Breckmann, Høgni Hoydal og John Johannesen kjakaðust i gár á Rás2 um støðuna í Gaza. Hetta verður endursent klokkan 17
Kjakið um Gaza gerst alsamt heitari í Føroyum, og í dag setir Rás2 sjóneykuna á stríðið.
Luttakarar í endursenda kjakinum verða Høgni Hoydal, fyrrverandi uttanríkisráðharri, John Johannessen, formaður í Uttanlandsnevndini og Óli Breckmann, tingmaður.
Vertur er Jan Müller. Áðrenn sendingina hitti hann Herbert Pundik, fyrrverandi blaðstjóra á Politiken.
Fyrrverandi blaðstjórin á danska blaðnum Politiken, Herbert Pundik, sum í dag býr í Ísrael, har hann er uttanríkismedarbeiðari fyri blaðið, var gestur á Rás2 í gjár eftir tíðindini. Kjakið á Rásini í gjár snúði seg um stríðið í Gaza, har tríggir føroyskir politikarar, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, John Johannessen, formaður í Uttanlandsnevndini og Óli Breckmann, tingmaður fyri Fólkaflokkin kjakaðust um tað, sum í løtuni fer fram í Gaza og Ísrael.
Herbert Pundik, sum er sera høgt í metum millum manna fyri sínar oftani sera upplýsandi viðmerkingar og oftani eisini sera hóvligu støðu sína í Palestinaspurninginum, rættvísger ísraelsku álopini í Gaza. Samtíðis finst hann eisini at ísraelsku stjórnini fyri ikki at hava gjørt nóg nógv fyri at fáa gongd á samráðingarnar við teir hóvligu palestinarnar.