Gav liðfelaga leikbann í sigursrúsi

Hevur Lukasz Cieslewicz fingið leikbann, ella mundi tað bara vera liðfelagin, sum helt tað?

21 ára gamli Árni G. Nielsen, sum í gjár gjørdist stóri sigursharrin hjá B36 við at skjóta bæði málini í týdningarmikla 2-1-sigrinum ímóti ÍF, hevur ikki fingið nógva spælitíð í ár. Hann er innskiftur fimm ferðir og hevur tilsamans spælt 124 minuttir.


Enn hevur hann til góðar at byrja inni í Effodeildini, men við teimum báðum málunum í gjár skuldi verið líkt til, at vegurin til byrjunaruppstillingina er styttur. Eftir dystin varð hann spurdur, um hann nú ætlaði sær at byrja inni næsta dyst.


- Eg haldi at Lukasz fekk sína karantenu, so eg havi roynt at gjørt góða reklamu fyri meg sjálvan, segði Árni G. Nielsen við Rás 2 eftir dystin.


Tað mundi leypa hvøkk á nakrar B36-arar, at Lukasz Cieslewicz nú brádliga er leikbannaður, men sannleikin er, at hann ikki er leikbannaður og er tøkur til dystin á heimavølli ímóti EB/Streymi sunnudagin.


Helst mundi tað vera í sigursrúsinum, at Árni G. Nielsen hevur hildið, at Lukasz Cieslewicz fekk gult kort, tí veruleikin hevur nevniliga verið í nógvar dystir, at um polski framherjin bara fær eitt gult kort afturat, so verður tað hansara fimta í ár og harvið gevur leikbann.