Danski djóraverndarfelagsskapurin Dyrenes Beskyttelse hevur fingið eina óvanliga góða jólagávu í ár. Felagsskapurin hevur júst fingið at vita, at hann hevur arvað 7.358.148 krónur eftir eina kvinnu í Rungsted norðan fyri Keypmannahavn.
Kvinnan, sum æt Karen Marie Schou, doyði í 2009. Hon var barnleys og hevði onga familju. Men hon hevði ein hund, sum hon var sera góð við, og kanska var tað tí, at hon valdi at lata djóraverndarfelagnum tað, sum hon átti, skrivar Frederiksborg Amts Avis í dag.
-Hetta er tann størsta einstaka gávan síðani 2008, og vit eru sum vera man sera takksom, sigur kunningarstjórin hjá Dyrenes Beskyttelse, Tina Engberg, við blaðið.










