Herfyri var eitt innslag í KVF um eina magaballón sum føroyingar nú kunnu fáa sum viðgerð móti yvirvekt. Tað var ført fram, at hetta var so einkult og effektivt at tað átti ikki verið nakar ivi um at hetta er framtíðin. Læknar koma út Danmark og fremja viðgerðina á Heilsudeplinum í Miðvági. Har skal sjúklingurin bara skal svølgja ein lítlan kapsul og síðan gjalda 25.000 krónur. Ballónin hvørvur av sær sjálvum aftan á 4-6 mánaðir. Hetta skal eitast at vera sera góð viðgerð fyri yvirvekt.
Sendingin gav eina heilt ókritiska lýsing av viðgerðini. Hetta átti ikki at verið nóg gott sæð frá einum journalistiskum sjónarmiði.
Sum skurðlæknar, ið starvast uttanlands og við hollum royndum í viðgerð av yvirvekt og fiti, meta vit tað er grund til at rópa varskó.
Ikki er alt gull, ið glitrar
Magaballón sum viðgerð í samband við yvirvekt er als ikki nakað nýtt, men hevur verið brúkt síðani miðskeiðis í 80-unum. Tað hava gjøgnum árini verið nógv ymisk sløg av ballónum sum allar hava havt sínar fyrimunir og vansar. Viðgerðin hevur tó ongantíð fingið fótafesti. Í vísindaligum kanningum er ikki eydnast at vísa á góð langtíðarúrslit við varandi vekttapi eftir 2-10 árum. Stutt tíðar úrslit benda á eitt vekttap upp á í miðal 12-15 kg eftir 3-6 mánaðum.
At seta ballón í magan er vanliga vandaleyst antin ballónin verður svølgd ella sett niður við gastroskopi. Sagt var í sendingini, at mestsum eingi hjáárin vóru av ballónini. Eitt sindur av magakrampa og vamli teir fyrstu dagarnar. Ansast skuldi bert eftir ikki at eta pasta ella rís tí tað kundi seta seg fast á ballónina.
Sannleikin er tó, at tað eru fleiri vansar við ballónini. Nøkur fáa so nógva pínu í búkinum, at ballónin má takast upp í úrtíð. Um leki kemur á ballónina kann hon førka seg yvir í tarmin og typpa fyri og soleiðis geva tarmslyng. Tá má ballónin takast við gastroskopi ella í ringasta føri við skurðviðgerð. Tað kemur eisini fyri at sjúklingar fáa magasár við vanda fyri at hol kemur á magan, og hetta krevur akutta skurðviðgerð. At taka slíkar ballónir upp er heldur ikki heilt vandaleyst og skaði kann gerast á vællindi.
Sum skilst hava longu nógvir føroyingar fingið magaballón og nógvir standa í bíðirøð. Av tí vit hoyrdu í sendingini kann spurningur setast við, um sjúklingar fáa nóg góða kunning um fyrimunir, vansar og væntandi úrslit upp á styttri og longri sikt við hesi viðgerð.
Tað er sjálvandi upp til tann einkulta føroyingin at gera av um ein vil nýta 25.000 krónur úr egnum lumma til eina ivasama viðgerð, men ein fyritreyt má tá vera, at sjuklingurin er nóg væl kunnaður, áðrenn avgerð verður tikin.
Ein grundarsteinur undir allari viðgerð er, at sjúklingar verða kunnaðir gjølla um viðgerðina, fyrimunir, vansar og væntandi úrslit, soleiðis at sjúklingurin hevur so gott grundarlag sum gjørligt at kunna geva eitt kunnað samtykki til viðgerðina.
Sum væntað eru longu sjúklingar komnir akutt inn á Landssjúkrahúsið, og tað er als ikki óhugsandi, at fleiri sjúklingar fara at fáa trupulleikar av magaballónina.
Tá toymið úr Danmark hevur lagt ballónirnar og eru farin av landinum aftur, ja so verður tað føroyska heilsuverkið og vakthavandi læknar á Landssjúkrahúsinum, ið mugu taka sær av trupulleikunum.
Okkara royndir við gastric balloon er, at viðgerðin í besta føri er óskaðilig og at vektin er hin sama tá eitt ella tvey ár eru farin.
Tann grunnleggjandi trupulleikin
Støðan er tann, at fólk við ógvusligari yvirvekt hava einki gott viðgerðartilboð í Føroyum.
Fólkaheilsuráðið hevur fyri stuttum almannakunngjørt eina kanning sum var gjørd í fjør, og henda vísti, at 55% av føroyingum viga ov nógv. 69% av monnum og 56% av kvinnum høvdu í 2019 eitt BMI>25, tvs. yvirvekt. Hetta er ein øking frá 2015 fyri bæði kyn. Verður hugt eftir føroyingum við BMI>30 (ógvuslig yvirvekt), so vísti kanningin eisini eina øking frá 2015 til 2019, serliga fyri kvinnurnar. Í 2015 høvdu 19% av monnum og 17% av kvinnum BMI>30 tvs. ógvuslig yvirvekt. Í 2019 var hetta økt við 21% av monnum og 21% av kvinnum við BMI>30. Sammett við grannalondini so liggja Føroyar framman fyri Norra, Danmark og Svøríki. Føroyar liggur ikki langt aftan fyri Ísland og USA.
Fiti-Pandemi og tann gloymdi sjúklingurin
BMI>30 verður roknað sum heilsuskaðiligt, tí tað er júst hesin bólkurin sum er í størri vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur so sum diabetes, hjarta-æðra sjúkur, ov høgt blóðtrýst, svøvnapnø, bróstsviða, slitgikt, umframt øktan vanda fyri fleiri enn 12 ymiskum krabbameinssjúkum, serliga lívmóðir, gallbløðru, nýra, livur, men eisini tarm, bróst(eftir skiftisárum), lívmóðirháls, eggjastokkar og brisið. Alt hetta er við til at gera at væntaða livitíðin hjá hesum fólkum av somu grund verður styttri. Ovurfitið og fylgisjúkur til hetta er ein alheims heilsutrupulleiki bæði samfelagsliga og fyri tann einkulta sjúklingin.
Innan hetta økið eru Føroyar eftirbátur við tí úrslitið, at tað eru nógvir føroyingar sum stríðast við yvirvekt og fylgisjúkum til hetta sum einki tilboð fáa í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Tað var eitt tílíkt tilboð fyri nøkrum árum síðani, men hetta fall niðurfyri. Eitt úrslit av hesum er, at summir føroyingar leita sær uttanlands fyri viðgerð sum tey sjálvi gjalda fyri. Ein vansi við hesum er, at tað kann verða trupult hjá einstaka sjúklinginum at meta um kvalitetin av viðgerðini. Aloftast er lítil og eingin uppfylging av hesum sjúklingum aftaná. Nakað sum er alneyðugt hjá hesum fólkum, tí hetta krevur eina varandi lívstílsbroyting og langtíðar uppfylging.
Eitt annað er tað vit síggja eitt dømi um nú. Annaðhvørt tí tað verður lýst at vera so lættur háttur at basa yvirvekt upp á ella tí fólk í reinari desperatión taka kjansin tá hann kemur. Hetta er avleiðingin av, at einki munagott og samskipað viðgerðartilboð er til henda sjúklingabólk í Føroyum.
Samskipað loysn til samansettan trupulleika
Ein rættari og betur loysn fyri føroyska sjúklingin sum stríðist við yvirvekt og teimum fylgisjúkum sum fylgja við, hevði verið at sett á stovn eina deild innan Sjúkrahúsverk Føroya fyri sjúklingar við ógvusliga yvirvekt. Tílíkar deildir eru í okkara grannalondum og aðrastaðni í heiminum. Hetta eru deildir, ið eru samansettar av tvørfakligum toymum við skurðlæknum, medisinskum læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, sálarfrøðingum, kostráðgevum og fysioterapeutum. Yvirvekt er ofta ein samansett sjúka, sum krevur eina tvørfakliga viðgerð fyri at røkka málunum. Av tí at hetta ofta eru kompleksir trupulleikar, so er avbjóðingin at finna júst ta røttu viðgerðina til tann rætta sjúkilngin og síðani fylgja sjúklingunum.
Eivind Warberg, skurðlækni í maga- og tarmsjúkum,
Heðin Jacobsen, skurðlækni í maga- og tarmsjúkum
Keldur:
Imaz I, Martinez-Cervell C, Garcia-Álvarez E et al. Safety and Effectiveness of the Intragastric Balloon for Obesity. A Meta-Analysis. Obes Surg (2008) 18:841-846.
Saber A, Shoar S, Almadani M, et al. Efficacy of First-Time Intragastric Balloon in Weight Loss: a Systematic Review and Meta-analysis of Randomized Controlled Trials. Obes Surg (2017) 27:277-287.
Angrisani L, Santonicola A, Vitiello A, et al. Elipse Balloon: the Pitfalls of Excessive Simplicity. Obes Surg (2018) 28:1419-1421.
El Haddad A, Rammal MO, Soweid A, et al. Intragastric balloon treatment of obesity: Long-term results and patients satisfaction. Turk J Gastroenterol 2019; 30(5): 461-6.
Vantanasiri K, Matar R, Beran A, et al. The efficacy and Safety of a Procedureless Gastric Ballon for Weight Loss: a Systematic Review and Meta-Analysis. Obesity Surgery (2020) 30:3341-3346.
Fólkaheilsukanningin 2019, Fólkaheilsuráðið










