Nógv bendir á, at fyrsta gassframleiðslan vestan fyri Hetland nú verður veruleiki. Í dag verður bert olja tikin upp úr undirgrundini frá trimum oljukeldum. Hóast rakt er við gass í fleiri brunnum seinastu 20-30 árini, so hava hesar gasskeldurnar verið mettur ov smáar til eina framleiðslu. Nógv er hent síðani tá, eitt nú er tøknin meira framkomin, og fleiri gassfund eru gjørd. Í eina tíð hevur bretska stjórnin saman við oljufeløgunum arbeitt við eini ætlan saman at fara undir eina útbygging av gassleiðing frá gasskeldunum og víðari til lands, antin í Hetlandi ella í Skotlandi. Talan er um eina íløgu uppá einar 40 mia. Kr. Tað hevur so ikki eydnast at koma til eina felags loysn, og tí hevur Total tí gjørt av at fara undir eina útbygging av sínum gassfundum, her fyrst og fremst Laggan kelduni.
Sambært The Shetland News hava umboð fyri Total Exploration and Procuction verið í Hetlandi og kunnað myndugleikarnar har um ætlanina: at faru undir fyrstu gassframleiðsluna nakrantíð Atlantsmótinum. Gassið skal flytast gjøgnum rørleiðing til olju- og gassterminalin Sullom Voe í Hetlandi. Í fyrstu atløgu er ætlanin er framleiða 100.000 tunnur av gass um dagin frá Laggan kelduni, sum liggur 80 fjóðringar úr Hetlandi.
Total fer at brúka 5 milliardir krónur til hesa verkætlan. Hetta fer at skapa nógv arbeiði í Hetlandi og verður mett, at tað fer at hava við sær 50 nýggj størv á Sullom Voe. Fyrsta gassið gerst veruleiki í 2013.
Tinglimurin hjá Hetlandi í bretska parlamentinum, Alistair Carmichael hevur heitt á bretska orkumálaráðharran, Ed Miliband um at fáa stjórnina at geva grønt ljós fyri hesi spennandi verkætlanini skjótast tilber.
Keldur siga, at nettupp framleiðsla av gassi vestan fyri Hetland kann fáa stóran týdning fyri Bretland í royndum tess at tryggja orkuveitingina í framtíðina. Útrokningar vísa, at gass úr økinum vestan fyri Hetland kann nøkta 6% av samlaða gasstørvinum hjá Bretlndi í 2015. Verkætlanin hevur stóran týdning fyri Hetland. Minkandi oljuframleiðsla hevur við sær minking í verkseminum í Sullom Voe. Við gassinum kann henda minking steðga. Umframt Total eru eisini Dong, ENI og Chevron við í Lagganloyvinum.
Eisini føroyskir oljumyndugleikar fylgja væl við í tí, sum fer fram vestan fyri Hetland. Gongdin har kann fáa týdning fyri framtíðina her hjá okkum. Nú lunnar verða lagdir undir ein gassinfrastruktur tvs. leiðingar á havbotninum at flyta gassið ígjøgnum, so verður tað bráddliga eisini meira áhugavert, um gass verður funnið um okkara leiðir.