Gassútbygging góð fyri Føroyar eisini

Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi fegnast, nú tað frættist, at loksins er avgerð tikin um at byggja út gassleiðir vestan fyri Hetland. Hann dylur ikki fyri, at hetta kann eisini hava jaligar avleiðingar fyri virksemið okkara megin markið.

– Sum so mangan sagt, so síggja oljufeløgini øk­­ini báðu­megin markið meira ella minni sum eina og somu »provins«. Her­fyri kom fram, at bretska stjórn­in hevði gjørt av at lækka skattin, har talan var um at fáa gongd á út­­bygging av gassleiðum. Og hetta held­ur Petur Joensen vera áhuga­vert.
Positiv fyri okkum
– Tá virksemi tekur seg upp – tað veri seg bretsku megin ella okkara megin markið – so er tað gott fyri »pro­vins­in«, t.d. sýn­ist tað sum at útbygg­ing­arætlanin hjá Total av gassleiðingini til Hetlands hevur havt betri útlit fyri at verða framd, nú skatt­urin verður lækkaður. Og tann útbyggingin kann eisini vera positiv fyri olju­leitingina her um okk­ara leiðir – ella skuldi kanska sagt gassleitingina ­ um so verður, at henda leiðingin kann verða nýtt til at flyta gass av Før­oya­økinum, og lands­stýris­maðurin annars loyv­­ir tí. Tess betri infra­kervi, tess minni forðingar fyri at fara undir leiting bæði okkara megin og bretsku megin. So tað verð­ur sera spennandi at síggja, hvørja ávirkan hetta fer at fáa, sigur stjórin á Jarð­feingi.
Føroysk vinna lut
Her er so talan um eina so mikið stóra útbygg­ingætlan, at stjórin á Jarð­­feingi held­ur, at kanska áttu føroyskir veit­arar av vørum og tæn­astum til kolvetnisvinn­unu at ligið framvið og kannað møguleikarnar. Fjarstøðan er ikki long, og fleiri før­oyskir veitarar hava prógvað sítt dugna­semi, so teir hava eitt gott útgangsstøði í so máta.
– Umframt hesa stóru ætlan hjá Total og DONG skilst, at eisini aðrar út­­byggingarætlanir eru vest­­an fyri Hetland. Hetta hevur heilt vist við sær, at fleiri feløg fáa eyguni upp fyri økinum.
So tíðindini úr Bretlandi eru góð. Og higani eru sanni­­liga eisini góð tíð­indi, nú tríggir brunnar standa fyri framman á Føroya­øki­num. Alt í alt eru útlitini fyri leiti­virk­seminum á hes­um leiðum hugalig heldur Jarð­feing­isstjórin.