30 ár eftir at Gasolin var á toppinum í donskum tónleiki, hevur bólkurin vunnið upp á tindarnar í Svøríki. Gamli danski rockbólkurin er tann bólkurin, sum hevur selt flest fløgur í Svøríki í summar.
Savnsfløgan ?Gasolin ? Masser Af Succes ? Greatest Hits & Greatest Live? hevur verið førd fram í sjónvarpslýsingum, og sviar hava veruliga tikið fløgan til tín.
Ein av tónleikarunum í Gasolin, Kim Larsen, leypir ikki upp frá hóast undanvindin hinumegin Oyrasund.
- Eg vil heldur lata fortíð verða fortíð, sigur Kim Larsen, sum telist millum best seljandi tónleikarar í Danmark tann dag í dag.
Ein viðvirkandi orsøk til góðu søluna av tónleikinum hjá Gasolin kann vera, at dokumentarfilmurin um bólkin hevur verið at sæð í svenskum sjónvarpi.