Gascoigne hevði annars ætlanir um at keypa Kettering, ið hann hevur staðið á odda fyri seinastu tveir mánaðarnar. Men mánadagin gjørdist leiðslan í felagnum troytt av hansara drukki, skrivar soccernet. Núverandi eigarin av felagnum Imraan Ladak sigur, at Gascoigne drakk áðrenn, undir og aftan á dystir og venjing.
Gascoigne, ið sum fótbóltsleikari var ein sonn stjørna á enska landsliðnum, Newcastle United, Tottenham Hotspurs og Lazio, viðgekk í gjár fyri Sky Sports News, at hann hevði drukkið eitt sindur áðrenn ein dyst fyri stuttum, men hetta var nógv minnið, enn hann plagdi at drekka fyrr.