Gásadalur ein av vakrastu bygdum í heiminum

Lítla bygdin í Vágum er komin á stórfingið yvirlit

 

Gásadalur er ein av heimsins vakrastu bygdum í heiminum.

 

Tað halda í hvussu so er tey í distractify.com.

 

Tey hava gjørt ein lista yvir 30 tær vakrastu smábygdirnar í heiminum og ein av teimum er Gásadalur.

 

Føroyar eru norðanfyri Skotland, tær eru loyndafullar, men ikki lættar at fáa eyga á, verður sagt í grundgevingunum fyri at hava Gásadal á so fínum lista.

 

Men smurt verður tjúkt upp á, tí sagt verður eisini, at berg er uppfyri allastaðni og einasti vegur upp á land er ein og stigi, bretar gjørdu undir krígnum.

 

Men tey hepnu 18 fólkini, sum búgva í Gásadali, eru umgyrd av høgum fjøllum, verður sagt.

 

Við á listanum eru eisini bygdir í Íslandi og Grønlandi.

 

Allur listin kann síggjast við at trýsta HER.