Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United verður nú at síggja rundan um enska landsliðið. Gary Neville verður komandi fýra árini ein partur av venjaratoyminum hjá Roy Hodgson, sum varð settur sum landsliðsvenjari fyri kortum.
Gary Neville gavst við at spæla fótbólt í feburar 2010 eftir at hava spælt 602 dystir fyri Manchester United og 85 landsdystir fyri enska landsliðið. Hann hevur seinasta árið roynt seg sum viðmerkjara á Sky Sport. Hann hevur fingið nógv rós fyri sínar beinraktu greiningar og nógvu vitan innan fótbóltsheimin.
Tíðindini eru væl móttikin í bretsku fjølmiðlinum. Gary Neville hevur verið partur av fimm endaspølum í síni tíð sum yrkisleikari.