Kunningartøkni
Í næstu viku kemur ein ein ógvuliga væl kendur og vælumtóktur enskur fyrilestrarhaldari, ráðgevari og íbirtari til Føroya.
Tað er Thomas Power, sum kemur til Føroyar at halda fundir og fyrilestrar mikudagin og hósdagin.
Tað er Innlit, sum hevur fingið mannin hendavegin .
Innlit er eitt samstarv millum Føroya Sparikassa og Reveal International ? FaroeLink?, ið skipar fyri skeiðum fyri føroyska vinnulívinum, sigur Innlit í tíðindaskrivi í gjár.
Thomas Power, stovnaði í síni tíð internetfelagið, Ecademy.com og nú ferðast hann heimin runt at at halda fyrilestrar og at ráðgeva um møguleikarnar við kunningartøknini.
Síðani 1990 hevur hann hildið fleiri enn 50 fyrilestrar um árið og hevur ferðast í einum 30 londum.
Í hesum sambandi hevur hann ráðgivið nøkrum av heimsins størstu fyritøkum, eitt nú Microsoft, British Telecom, Cisco, Xerox, the Financial Times, Commerce One, Ariba, Hewlett Packard, Logica, Software AG og Stratus.
Harumframt hava eisini fleiri almenn stýri í Onglandi, biðið um hansara hugsan um gongdina í Kunningartøknini, eitt nú the British Department of Trade and Industry, the Office of Government Commerce og UK Online Initiative.
Thomas Power hevur nógv á skránni teir báðar dagarnar, hann er í Føroyum. mikudagin hittast Thomas Power og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, at umrøða gongdina í Kunningartøknini í Føroyum og umheiminum.
Sama dag tosar hann við umboð fyri KT-felagið, KT-Forum, KT-Depilin og Elektron.
Hann fer eisini at halda serstakan fund við umboð fyri nevndirnar fyri Vinnuframagrunnin, Framtaksgrunn Føroya og Notio.
Og hann fer somuleiðis at hitta bólkin ?Kvinnur sum íbirtarar? fyri at skifta orð um teirra serligu viðurskifti.
Almennur fyrilestur
Seinasta kvøldið á vitjanini í Føroyum er sett av til almennan fyrilestur, har hann fer at umrøða møguleikarnar fyri altjóða arbeiði á alnetinum, ikki bara hjá fyritøkum men sumn heild.
Innlit og SIEC-Føroyar skipa í felag fyri hesum almenna fyrilestri. SIEC/ISBE er stytting fyri the International Society for Business Education.
Heitið á fyrilestrinum er ?The Power of Local and International Networking via the Internet?. Fyrilesturin verður á Føroya Handilsskúla í Havn, hósdagin kl. 19.00.
Hann kostar 300 krónur, sum skulu gjaldast á konto hjá Føroya Handilsskúla í Føroya Sparikassa í seinasta lagi mikudagin. kontonummarið er 9181-123.652-2
Fyrilesturin verður hildin á enskum. Øll eru vælkomin, eigur Innlit.
Meiri fæst at vita á www.faroelink.com og www.sparikassin.fo