Garva 500 skinn í Stóra Dímun

Í tvey ár hava tey garvað skinn úti í Dímun og sambært Vágaportalinu, sum hevur prátað við bóndan, so gongst væl at sleppa av við garvaðu skinnini Tað er Sirri sum selur og í ár hava tey garvað 500 skinn, sum øll eru farin av oynni. Higartil eru tey mest seld í Føroyum, men royndir verða eisini gjørdar at útflyta garvað skinn, sigur Óla Jákup úr Dímun við Vágaportalin.

Nú er so ætlanin at fáa betri umstøður, tí maskinurnar sum brúktar verða eru stórar og fylla nógv. Í hesum sambandi er longu planerað fyri einum 200 fermetra stórum bygningi, sum verður fletti- og vinnuhús.

- So skjótt sum líkindini verða betur verður farið undir at fáa tilfar út við báti sum so tyrlan kemur at slinga upp á oynna, sigur Óla Jákup úr Dímun.