Garrido fekk 431 ára fongsulsrevsing

Maðurin, sum burturflutti Jaycee Lee Dugard og helt hana gísla í 18 ár, fekk ein dóm á 431 ára fongsul. 60 ára gamli Phillip Garrido sleppur ikki leysur aftur. Jaycee Lee Dugard var bert 11 ára gomul, tá hon í 1991 varð burturflutt, meðan hon bíðaði eftir skúlabussinum í býnum South Lake Tahoe. Tað var tí mett sum eitt undur, at hon næstan tvey áratíggju seinni varð funnin á lívi nærhendis San Francisco.

Tað var Phillip Garrido og kona hansara, Nancy, sum tóku ungu gentuna og hildu hana innistongda í einum skúri aftan fyri hús teirra.

Garrido neyðtók gentuna óteljandi ferðir, og tvær ferðir gjørdist hon við barn og føddi tvær døtur, tað eldru, tá hon bert var 13 ára gomul.

Phillip Garrido fekk sum nevnt 431 ára fongsul uttan møguleika fyri leyslatan, meðan 55 ára gamla kona hansara fekk ein dóm á ikki minni enn 36 ára fongsul.

Jaycee Dugard var ikki til staðar í rættinum í Placerville, tá revsingin var útmáld, men hevði sent eitt skriv har hon segði, at hon ikki vildi spilla so mikið sum eitt sekund aftrat av lívi sínum í nærveru Garridos. Alt tú gjørdi móti mær var skeivt, og eg vóni at tú ein dag fer at sanna tað, skrivaði Jaycee Lee Dugard.