Ágangurin stórur á Sirið Stenberg

Tingfólk høvdu hvør sær spurningar um ymisk viðurskifti í heilsuverkinum - men eisini á orkuøkinum

Landsstýriskvinnan við heilsumálumhevur tað ikki serliga lætt í hesum døgum.

 

Fyrst og fremst hevur hon fingið ákoyringar fyri ikki at hava biðið Løgtingið um nóg mikið av pengum til virksemi næsta ár.

 

Men tingfólk finnast eisini at nógvum øðrum, sum hevur við heilsuverkið at gera. Tá ið ófráboðaðir spurningar vóru á dagsskránni í dag, vóru ógvuliga nógvir spurningar til landsstýriskvinnuna.

 

Hon segði at enda, at vit eiga øll at vera góð við heilsuverkið og umtala tað virðiliga.

-Tí heilsuverkið er ein av grundsteinunum undir okkara vælferðarsamfelag, segði hon.

 

Undir orðaskiftinum vóru eisini fleiri av tingfólkunum við spurningum um, hví serliga Klaksvíkar Sjúkrahús ikki fær somu lønarframskriving, sum hini bæði sjúkrahúsini.

 

Men landsstýriskvinnan fekk eisini spurningar um orku, sum Sirið Stenberg eisini umsitur. Magni Laksáfoss,Sambandsflokkurin, vildi hava at vita um samgongan hevði valt eina svart ella grøna loysn, nú elveitingin skal útbyggjast. Hann vísti á, at fyri somu pengar, sum tað kostar SEV at keypa nýggjar motorar til Sundsverkið ber til at grøna loysn.

 

Landsstýrskvinnan svaraði, at loyvi er givið SEV  at skifta motorarnar út, men hon helt ikki at tað forðar fyri atarbeitt verður víðari við einari grønari loysn - sjálvt um hetta verður dýrt.