Gandurin livir enn

Tað gandakenda við aldargomlu FA-Cup kappingini er enn á lívi, tá sunnudagurin eisini bjóðaði okkum hyggjarum, eitt óveruligt »Giant Killing«, tá enn eitt Premier League lið fór raplandi út úr glæsuligu kappingini

Eins og ótrúligi sigurin hjá Barnsley móti Chelsea, dagin fyri, var sigurin hjá Cardiff móti Middlesbrough, fullkomuliga væl uppiborin. Mál teirra vóru bæði skoraði tíðliga í dystinum, og tey skutu Peter Whittingham, ið áður hevur roynt seg - uttan eydnu – í Aston Villa, og Roger Johnson.


Fleiri óvæntaði úrslit

Av teimum fýra fjórðingsfinalunum, komu trý heilt stór og óvæntaði úrslit. Tann fjórða, ið var millum Bristol Rovers og West Bromwich Albion endaði við stórsigri til WBA, ið vann heili 5-1. »The Baggies« munnu nú trúgva fult og fast uppá sín møguleika til at vinna kappingina, eftir sigurin í útsynningshorninum av Onglandi. Hvønn skal man seta pengarnar á?? Kanska eina Barnsley móti Cardiff finalu? Spennandi verður at fylgja hesari fantastisku kapping, nú komið er til hálvfinalurnar.


»Giant-Killing«

Nøkur søguliga stór úrslit hava verið í FA-Cup kappingini, ið er heimsins elsta kapping, og sum fór av bakkastokki á fyrsta sinni í 1871-72 kappingarárinum.

Nøkur av teimum fari eg her at nevna. Í 1969 vóru Mansfield Town komnir heilt til fimta umfar, har teir skuldu møta West Ham, ið hevði heili tríggjar av heimsmeistarunum frá 66-liðnum hjá Onglandi; Bobby Moore, Martin Peters og Geoff Hurst, umframt at teir høvdu blaðungu Billy Bonds og Trevor Brooking á liðnum eisini. Dysturin var útsettur heili fimm ferðir, og varð endaliga avgreiddur 26. februar 1969, og tað skuldi vísa seg at blíva ein av størstu kvøldunum í søgu felagsins. Framman fyri 21.117 áskoðarum á Field Mill, vunnu Mansfield 3-0, og blívu við sigrinum, bert fjórða lið í søguni, ið megnaði at sláa feløg úr fimm ymiskum deildum út úr somu kapping, í sama ári.

Eitt annað »giant-killing« dømi, var tá Hereford United sjokeraðu Newcastle United við einum av kendastu málunum í søguni hjá hesi kapping. Málið skoraði Ronnie Radford. Eitt framúr vakurt langskotsmál á einum mórudýgdum vølli.


Nógv giant-killing í sama umfari

Fjórðingsfinalurnar í FA-Cup í ár vóru um vikuskiftið, og óivað man hetta farna vikuskifti fara í søgubøkurnar, tá flest óvæntaði úrslit eru hend í hesu kapping. Heili tríggjar av teimum fýra uppgerðunum endaðu við óvæntaðum úrslitum, og tað heilt stóra, stóðu Barnsley fyri, tá teir fult uppiborið vunnu móti Chelsea, eftir at teir høvdu sligið Liverpool út í undanfarna umfarinum. Nú mugu teir metast til at vera favorittar til at fara við øllum. Málið hjá Barnsley skoraði stóri og sterki áleyparin Kayode Odejayi.

Bert eitt Premier League felag er eftir í kappingini, og er tað Portsmouth, ið eisini heilt óvæntað vann móti sjálvastu Manchester United. Úrslitið var 1-0, og málið skoraði Sulley Ali-Muntari við brotssparki. Man Utd høvdu annars hópin av møguleikum, men inn vildi bólturin barasta ikki. Teir vóru sum gandaðir kundi man næstan sagt.