Gammeltoft: Fyrilestur um stat og kirkju í Løkshøll

Fríggjakvøldið 4. mars 2016 kl. 19.30 verður almennur fyrilestur í Løkshøll í Runavík við Hans Gammeltoft-Hansen, serfrøðingi í kirkjurætti

 

Hann fer at røða um viðurskiftini millum stat og kirkju.

 

Grein 66 í donsku grundlógini sigur, at stýrisskipan fólkakirkjunnar verður skipað við lóg. Hendan ásetingin frá 1849 hevur ongantíð verið framd beinleiðis í verki, hóast ymiskar royndir hava verið gjørdar at geva fólkakirkjuni eina stýrisskipan og harvið eitt ávíst sjálvræði í viðurskiftunum við statin.

 

Seinast hetta varð roynt í Danmark var í 2014. Í einum áliti, sum skrivað varð í hesum sambandi, vórðu sett fram ymisk tilmæli, sum skuldu geva fólkakirkjuni størri meðávirkan á kirkjunnar innaru viðurskifti og fíggjarviðurskifti. Enn eru tó einki politisk stig tikin á tí grundarlagi, sum álitið rør framundir.

 

Hans Gammeltoft-Hansen, ið var formaður í nevndini sum skrivaði álitið, fer í fyrilestrinum at greiða frá upprunanum til álitið og tess tilmæli – umframt at hann fer at fortelja søguna hesi viðurskifti síðan 1849. Fyrilesturin skal eftir ætlan eisini varpa ljós á viðurskifti føroysku fólkakirkjunnar og hennara viðurskifti við bæði landið og statin.

 

Aðalfundurin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir verður dagin eftir 5. mars 2016 í Fríðrikskirkjuni