Gamlir møblar selja sum heitt breyð

Í vikuni fekk Gamalt/Nýtt í Klaksvík eina forvitnisliga sending av gomlum møblum. Slíkt er serliga vælumtókt millum viðskiftafólkini, men fólk vilja sum heild fegin stuðla góða endamálinum hjá handlinum, har allur vinningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Danmission


Í vikuni kom ein stór bingja at standa á parkeringsøkinum við endurnýtsluhandilin Gamalt/Nýtt í Klaksvík. Skjótt brutu sterkir menn upp um ermar, tí bingjan var á tremur við aldargomlum møblum, sum júst vórðu komnir úr Danmark.
Forngripir
Beint nú tykjast gamlir møblar at vera serliga vælumtóktir millum fólk, og hesir selja eisini sum heitt breyð í endurnýtsluhandlinum Gamalt/Nýtt í Klaksvík. Malan Mýru hevur rikið handilin, síðani hann lat upp í mars mánað, og hon var, sum vera man, serliga forvitin hendan dagin, hurðarnar inn til bingjuna úr Danmark vóru latnar upp.
- Eg vildi mett, at hesir møblarnir eru umleið 80 ára gamlir. Tað sæst, at teir koma úr heimum hjá tí betra borgaraskapinum í Danmark, tí teir eru rættiliga fínir, sigur Malan, sum væntar, at stórur eftirspurningur verður eftir hesum gomlu møblunum. Longu ta lítlu løtuna, meðan teir stóðu á parkeringsøkinum, byrjaðu fólk, sum komu framvið, at fregnast. So onkrir stólar vórðu longu umbidnir, áðrenn teir komu inn í handilin.
Sjálv er Malan stak væl nøgd við sendingina. Eitt sindur av vanligum sliti sæst á betrekkinum, men tað vísir bara, at møblarnir eru gamlir og hava verið brúktir, og tað ger teir bara meir sjarmernadi, heldur hon.
- Møblar av hesum slagi eru sannir forngripir, og prísurin verður sjálvandi hareftir. Hesir verða ikki latnir fyri onki, slær Malan fast, sum tó ikki vildi seta ein prís á teir hesa løtuna.
Gott endamál
Tað hevur gingið sera væl hjá Gamalt/Nýtt, síðani tey byrjaðu. Fólk eru fús at lata handlinum ymiskt gamalt, tá tey rudda upp. Eisini hevur handilin fingið seks heil deyðsbúgv líka frá innbúgvi til koppar og tallerkar, síðani hann lat upp. Sølan gongur eisini væl, bæði tá tað ræður um heil møblasett og teir smærru lutirnar.
- Jú, fólk vilja fegin stuðla okkum. Bæði tí her er nógv áhugavert at finna men ikki minst, tí tey vita, at vinningurin fer til eitt gott endamál, sigur Malan. Vinningurin av søluni í Gamalt/Nýtt fer til ymiskt hjálpararbeiði hjá Danmissión. Størsti parturin av arbeiðinum, sum verður lagt í at reka handilin, er ólønt, og Malan nevnir í hesum viðfangi, at tað hevði verið gott, um fleiri sjálvbodnar kreftir bjóðaðu seg fram.
- Ikki tí, vit hava nógv fólk afturat okkum, sum heldur enn fegin taka eina hond í við bæði stórum og smáum, og tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Vit byrjaðu at tøma bingjuna klokkan fimm í morgun, men vit vóru neyvan komin langt, um ikki hesir óføru ungu menninnir høvdu traðka til, sigur Malan, í tí hon tekur ímóti einum av seinastu stólunum hendan seinnapartin.
Ringt var at fáa pláss fyri stólinum, tí handilin er á tremur við alskyns lutum  og øll eru sjálvandi vælkomin at støkka inn á gólvið at forvitnast. Gamalt/Nýtt er opin allar gerandisdagar, men fer í ein stuttan summarsteðg frá 22. til 31. juli.