Gamlir fíggindar samstarva

Í mong ár hava umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace og norsku fiskivinnufeløgini verið sum reyðar kýr, men nú er vent í holuni.

Greenpeace hevur savnað nógvar upplýsingar um fiskiskapin í Barentshavinum fyri at fáa staðfest, at nógv verður fiskað uttan um tær ásettu kvoturnar. Nú hevur felagsskapurin boðið fiskivinnumyndugleikunum og fiskivinnufeløgunum upplýsingar um ta ólógligu veiðina, og báðir partar hava tikið av tilboðnum.

-Vit hava ikki altíð verið so fegnir um tað, sum Greenpeace hevur tikist við, men tað er gott, at felagsskapurin vísir á tað, sum hendir í Barentshavinum, og vit eru samdir um at steðga teirri ólógligu veiðini, sigur Jan Ivar Maråk, deildarleiðari í norska reiðarafelagnum við Sunnmørsposten.