Henda avgerðin gongur í stuttum út uppá, at gamli skúlin í Søldarfirði kann verða settur í stand og at Søldarfjarðar Bygdafelag fær loyvi at brúka hann sum bygdarsavn.
Her er talan um ein søguligan bygning frá 1890, sum tó er farin í órøkt. Men bygdarfelagið hevur nú søkt um at fáa ella keypa henda bygningin og lendið frá kommununi.
Fleiri fundir hava verið partanna millum, har mentanardeildin mælir til at hava felags mannagongdir í allari kommununi. Líknandi dømi um hetta er Elduvík, har ein hevur gjørt eina líknandi skipan.
Mentanarnevndin mælir til, at bygdarfelagið fær loyvi at seta skúlan í stand, men at kommunan framvegis skal eiga bygningin og lendið.
Á seinasta fundi sínum samtykti bygdaráðið hetta, samstundis sum felagið fær ein árligan stuðul til virksemið í skúlanum.