Gamli NSÍ-venjarin skal venja Víking Ólafsvík

Víkingur Ólafsvík hevur bara vunnið eitt stig í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini higartil í ár

Savnsmynd: nsi.fo

Guðjón Þórðar­son var høvuðsvenjari hjá NSÍ í 2019.

 

Tá eydnaðist Guðjóni Þórðar­syni og hópinum hjá NSÍ at vinna bronsu í bestu mansdeildini.

 

Nú hevur Guðjón Þórðar­son tikið við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Víkingi Ólafsvík, ið spælir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Víkingur Ólafsvík hevur fingið eina sera ringa byrjan uppá kappingarárið. Teir hava bert eitt stig aftaná fyrstu níggju umførini. og eina málúrtøku uppá minus 23.

 

Málsetningurin hjá Guðjóni Þórðar­syni verður at megna at bjarga plássinum hjá Víkingi Ólafsvík í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Í løtuni hevur Víkingur Ólafsvík sjey stig upp til Selfoss á triðaftasta plássinum. Tvey tey niðastu liðini í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini flyta niður í triðbestu deildina við lokið kappingarár. 

 

 

 

Savnsmynd: nsi.fo