Gamli løgtingsformaðurin við gørnum

Tað er fitt av sild á Skálafirði

Nú eru nøkur ár síðani, Jógvan Ingvard Olsen á Toftum, fór úr politikki, men hann hevur kortini ikki heilt lagt frá sær.

 

Eitt ítriv hjá honum er at vera í báti og í dag hava vit fingið hesa myndina av honum, her hann akkurát er afturkomin, eftir at hava drigið sildagørn.

 

Tað er Jógvan Ingvard Olsen, ytst høgrumegin og við sær hevði hann feðgarnar, Debus, vinstrumegin, og Asbjørn Hansen.

 

Heimldarfólk okkara siga, at í seinastuni hevur nógv sild verið við bátahylin á Toftagjógv og nú hava hesir tríggir sett gørn.

Í hesum garninum fingu teir eini 600 pund av sild.