Sandur: Tá uppskotið um Gomlurætt kom fram, vóru tað mong sum yptu øksl.
Staðið var tað ringast hugsandi og fór neyvan at verða sandoyingum at gagni. Orðaskiftið gekk hart fyri seg báðar vegir. Mong mettu eisini, at teir sum vóru fyri ætlanini neyvan vistu, hvat teir tosaðu um – ella hvar hetta staðið veruliga lá.
Ein teirra sum gekk heitt inn fyri hesi samferðsluhavnini til sandoyingar, var Atli Dam, sum tá var løgmaður, saman við Tórálvi, politiska floksfelaga sínum úr Sandoynni.
- Eg haldi, at tað vigaði tungt, at júst løgmaður gekk so sterkt inn fyri málinum, sigur Tórálvur.
Sosialurin hitti hann ein vakran heystardag uttanfyri sethús síni á Sandi. Hann var í regnklæðum, ikki orsakað av veðri, men tí hann var í ferð við at gera hjallin kláran til slaktið.
Hann gjørdist ikki sørt ovfarin, tá hann sá at sjálvur fíggjarmálaráðharrin var við á ferðini.
- Eg haldi sjálvur, at Gamlarætt er tað besta tiltakið sum er gjørt fyri ferðasambandið hjá ogon.
- Nú mugu vit taka næsta stigið á samferðsluøkinum: Ein undirsjóvartunnil er av avgerandi týdningi fyri okkum, sigur hann, við týðiligari adressu til Magni Laksáfoss.
Tórálvur Mohr Olsen sat nógv ár á tingi, og kennir tí politisku skipanina og stríðið tað kann vera at fáa eitt mál í gjøgnum.
Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi, tá talan var um at veita eini lítlari oyggj gott ferðasamband millum Skopun og Streymoynna umvegis ferjuleguna á Gomlurætt.
Eftir tógvið stríð varð so farið undir arbeiðið, og fyri 15 árum síðani varð ferjulegan á Gomlurætt tikin í nýtslu.
Fyri og ímóti
Frá tí eitt mál kemur fram og til tað kemur á tingborð, kann ganga long tíð. Og síðani kann ganga uppaftur long tíð, áðrenn ein játtan frá løgtinginum fæst og farið verður undir tað ásetta arbeiðið.
Fyri Tórálv sjálvan var umráðandi, at hansara heimaoyggj hevði bestar umstøður fyri ferðing inn á meginøkið. Hetta var jú fleiri ár áðrenn orðaskiftið um undirsjóvartunlar í Føroyum byrjaði.
Tað var tó ikki staðið Gamlarætt sum menn tosaðu harðast um at byrja við. Hildið var rættast at gera hesa íløguna í Kirkjubø, men hetta møtti sum vera man stórari mótstøðu.
- Eg minnist, at tað komu skriv ymsastaðni frá, eins og fólk í hópatali mótmæltu hesi ætlanini. Fornfrøðingar komu eisini fram og søgdu sína hugsan um hetta.
- Tja, eg veit ikki, um teir vóru bidnir um at gera hetta ella ikki. Teirra fatan var í øllum førum greið, at vit máttu ikki nerta nakað, sum kundi skaða fornminnini í Kirkjubø, sigur Tórálvur við einum brosi.
Gamlarætt eitt gott stað
Eftir nógv kjak fyri og ímóti ætlaðu ferjuleguni, kom so fram uppskotið um at leggja hesa á Gomlurætt. Og so varð.
- Skal eg siga sum er, so var hetta ein ótrúliga strævin tíð!, staðfestir hesin vísi 80 ára gamli heimasandsmaðurin.
Eftir at hetta uppskotið varð lagt fram, komu nú aðrir menn undan kavi og søgdu, at ferjulegan mátti endiliga ikki leggjast her miðskeiðis millum Velbastað og Kirkjubø. Hon kundi liggja alla aðrastaðni, -bara ikki her!
- Teir søgdu, at hetta var eitt brimpláss. Men har vóru eisini aðrir skilamenn sum søgdu at Gamlarætt var eitt sera gott stað, greiðir Tórálvur frá.
Sagt varð eisini, at her var talan um eitt kyrrupláss, millum annað hjá monnum av Velbastað. Sluppu teir ikki upp í heimbygdini, so kundu teir liggja kyrrir her og bíða eftir hóskandi líkindum.
At enda varð samtykt at henda loysnin skuldi veljast, hóast mong kanska undraðu seg eitt sindur yvir staðið.
Vit vóru hepnir
Eftir samtyktina í løgtinginum varð so farið til verka. Og Tórálvur og sandoyingar fegnaðust sum vera man um hesa loysnina:
Nú var ikki neyðugt longur at fara tann langa teinin úr Skopun, um Kirkjubønes og síðani til Havnar.
- Hetta var ein sera spennandi tíð. Tú skilir, at skula byggja eina ferjulegu á opnari havsíðu, - tað var ikki bara sum at siga tað, greiðir hann frá.
Tað kostaði sjálvandi pening, men spurningurin var eisini um, hvussu mundi fara at verða við kyrrindunum.
Tórálvur var við á kunnandi ferð í Danmark, har modellroyndir vórðu gjørdar av, hvussu henda ferjulegan fór at rigga undir ymiskum veðurlíkindum. Henda útgerðin var longu tá á sera høgum støði. Royndirnar vístu greitt, at hetta fór at gerast eitt kyrrupláss.
- Og satt at siga, so kundi vit seinni staðfesta at vit vóru hepnir. Tí hetta bleiv ein tann kyrrasta havnin í øllum Føroyum.
- Men tonk tær til, um man tók feil, og hon var púrasta óbrúkilig, tá hon var liðug. Jú, eg kann lova tær fyri, at hetta var ein spennandi tíð, sigur hann við einum brosi.
Flogvøllur á Sandoy
Gamlarætt var góð, tá hon kom – og hon er framvegis góð, eingin ivi um tað.
Hóast Tórálvur Mohr Olsen er fyrrverandi tingmaður úr Sandoy og fór um tey áttati í summar, dugir hann væl at síggja týdningin av einum føstum sambandi um Skopunarfjørð.
- Tað er sjálvandi ilt at ímynda sær, hvat slíkt kann skapa. Men tann dagin tað verður koyrandi til Sandoynna, fer tað at hava alstóran týdning fyri okkum.
- Tá fólk fer at kunna koma higar úr Havnini eftir einum hálvum tíma ella so, - ja, tá fer tað sjálvandi at merkjast. Tað kundi meiri enn so hent, at onkur teirra fekk hug at búseta seg her. Men sært tú, eingin okkara kann fyristilla sær hvat fer at henda her, sigur Tórálvur álvarsamur.
Tórálvur er – sum skilligt er – sera hugaður og heitur fyri einum undirsjóvartunli til Sandoynna, men hann hugsar eisini longri enn tað – heilt suður til oynna, hagar hann upprunaliga er ættaður.
Tøknin og tólini at gera slíkar tunlar eru jú betrað munandi, síðani fyrsti tunnilin varð gjørdur í Føroyum fyri 44 árum síðani til Hvalbiar.
- Ja, eg tori at siga tað heilt vist, at ein tunnil kemur til Suðuroyar einaferð – tað ivist eg onga løtu í, sigur hann avgjørdur. Og so leggur hann avgjørdur aftrat:
- Nú verður so nógv tosað um ein nýggjan flogvøll. Og sjálvandi, er tað koyrandi til Sandoynna, eru vit av álvara við í hesum málinum eisini!
Gamlarætt sum smuglarahavn!
Eitt av avgerandi sjónarmiðunum hjá sandoyingum viðvíkjandi undirstjóvartunlinum hevur verið, at hesin er ein spurningur um lív ella deyð fyri oynna.
Hinvegin vísa onnur á – millum annað fíggjarmálaráðharrin Magni Laksáfoss – at ein tunnil bjargar ikki nakrari oyggj ella øki einsamallur. Tað skal annað til, enn bert eitt slíkt fast samband.
Hesum er Tórálvur ikki heilt ósamdur í. Men hann leggur kortini dent á týdningin av einum slíkum undirsjóvartunli.
- Hinvegin er tað ein stórur spurningur um ikki ferðasambandið skapar júst tað sum skal til. Ein veit nevniliga ongatíð, hvat eitt slíkt kann kasta av sær. - Eg hugsaði í øllum førum ikki um, at tá Gamlarætt varð gjørd, at hon skuldi enda sum ein smuglarahavn. Nei, til slíkt røkkur mín fantasi’ur ikki!, sigur hann við einum stórum brosi.