Sørvágs kirkja fær nýggja urgu frá Frobenius. Gamla urgan er niðurtikin og sett upp aftur á ellisheiminum í Miðvági.
Soleiðis er veðrsins gongd, at tá elli tekur at boyggja, verður ein tikin úr tænastu, og um væl vil til, sleppur ein á ellisheim.
So heppin var gamla urgan í Sørvágs kirkju, sum Ellis- og Avlamisheimið í Vágum hevur fingið rættiliga lagaliga, nú sørvingar fáa nýggja urgu í kirjuna.
Torkil Haraldsen, kirkjuráðsformaður í Sørvági, sigur, at nýggj urga fyri eina knappa millión krónur verður sett upp í Sørvágs kirkju komandi vikurnar.
Urgan, sum er donsk, er bygd hjá Frobenius, og er komin til Føroya. Hon liggur í løtuni í eini bingju í Sørvági og bíðar eftir tveimum fólkum frá verksmiðjuni, sum suldu koma til Føroya mánadagin at seta hana upp. Arbeiðið fer væntandi at taka einar tvær, tríggjar vikur, sigur Torkil Haraldsen.
Nýggja urgan hevur sjey røddir. Hin gamla hevði fýra, greiðir kirkjuráðsfomaðurin frá.
Gamla urgan var lítil í vavi, og tann nýggja er heldur ikki so øgiliga stór, sigur hann. Av praktiskum orsøkum, tí plássið á kirkjuloftinum í Sørvági er ikki so stórt. Urgan er so stór, sum plássið loyvir, ella væl tað, greiðir Torkil Haraldsen frá. Hon fyllir loftið, og fer at stinga eitt sindur út um verandi loftsgólv. Løgd verður ein stálpláta undir tann partin, sum røkkur inn í skipið. Um neyðugt verða stuðlar settir undir.
Nýggja urgan í Sørvági verður goldin við peningi, sum savnaður er saman til júst hetta edamálið. Spart er saman av kirkjuskattinum seinnu árini, sigur Torkil Haraldsen. Eisini er stuðul fingin úr Kirkjugrunninum, sum á leið svarar til meirvirðisgjaldið fyri uguna, sigur hann.
Gamla urgan, sum er komin til Sørvágs áðrenn 1965, var í ávísan mun merkt av aldri, sigur kirkjuráðsformaðurin í Sørvági. Ellisheimið fekk hana aftur fyri at taka hana niður og flyta hana til Miðvágs.
Hendan urgan er eisini donsk, og ein onnur av sama merki er, sær vitandi, í Føroyum, sigur Torkil Haraldsen. Hon stendur í Ebenezer í Havn, sigur hann.










