Gamla Norrøna á Havnina í morgin

Í morgin kemur gamla Norrøna á Havnina. Hon verður í Føroyum til 26. apríl. Manningin bjóðar áhugaðum umborð at vitja skipið hesar dagarnar Eftir umfatandi umvælingar seinastu fimm árini er gamla Norrøna nú farin í sigling sum trúboðanarskipið Logos Hope hjá felagsskapinum OM. Skipið siglir framvegis undir føroyskum flaggi og er skrásett í Tórshavn.

Umborð á Logos Hope eru á lei 350 sjálvboðin fólk úr meir enn 45 londum. Endamálið við skipinum er at virka fyri altjóða sínámillum fatan ígjøgnum mentanarlig samstørv, samfelagslig hjálpartiltøk og ovurstóru bókasøluna umborð.

Logos Hope kemur á Havnina fríggjadagin 17. apríl kl. 18. Tá fara kappróðrarbátar og aðrir bátar út at taka ímóti skipinum, og Brimil fer at heilsa teimum við vatnkanónunum. Tey, ið ætla at taka ímóti Logos Hope við bátum, mugu vera úti hjá skipinum í seinasta lagi kl. 17.30.

Lagt verður at við Bacalao, har millum annað Kaj Leo Johannesen løgmaður og Heðin Mortensen býráðsformaður fara at halda røðu, og hornorkestur spælir.

Logos Hope fer ætlandi at liggja seks dagar á Havnini. Millum tiltøkini umborð er eitt fyri allar teir føroyingar, sum hava verið við OM gjøgnum árini. Týsdagin verður samkoma umborð fyri føroyskar kirkju- og samkomuleiðarar. Allir fólkaskúlarnir eru eisini bodnir umborð til eina ferð kring heimin.

Hósdagin 23. apríl fer Logos Hope til Klaksvíkar, har móttøka verður úti á Norðborg kl. 18.

Í Klaksvík verður m.a. hjúnakvøld umborð, og flaggdagin, 25. apríl, verður stórt tiltak í KÍ-høllini. Sunnudagin 26. apríl kl. 23 endar føroyavitjanin við farvæl- tiltaki á kaiini, og Logos Hope setur síðan kós móti Írlandi.