Tað loysti seg at gera vart við vánaligu umstøðurnar hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í almennar bygningar. Fríggjamorgunin, dagin eftir Altjóða dag teirra brekaðu, fekk stjórin á Almannastovuni, Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, bræv frá MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu, um, at fólk í koyristóli ikki sleppa inn á Almannastovuna, tí hurðin er ov smøl til koyristólar.
Hesum vistu stjórin á Almannastovuni ikki av.
- Eg skal viðganga, at vit hava ikki verið nóg umhugsin, tá ið nýggj hurð varð sett í, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen.
Hann gjørdi skjótt av og fríggjadagin í hesi vikuni verður gjørt av, um tann gamla hurðin verður sett í aftur ella um ein onnur loysn verður funnin, men eftir øllum at døma verður tann gamla hurðin sett í aftur. Avgjørt er eisini at skráin til móttøkuna verður broyttur, so koyristólar sleppa lættari framat.
Almannastovan er ein høgur bygningur við nógvum skrivstovum og hóast fólk í koyristóli í framtíðini sleppa inn í móttøkuna á niðastu hædd er eingin lyft, sum kann flyta tey runt í bygninginum. Og so verður heldur ikki í framtíðini.
- Vit fáa einki gjørt við lyftina, ikki í fyrsta umfari í øllum førum, men eg fari at skipa so fyri, at tey fólkini, ið brúkararnir skulu hava fatur á koma niður á niðastu hædd. Har eru fleiri skrivstovur sum tey kunnu fara inn á, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sum fyrsta dagin fer at kunna deildarleiðararnar á stovninum um hetta.