Klaksvík: Í summar ætla klaksvíkingar aftur at gera eina roynd at skifta graslíkisteppið á fótbóltsvøllinum í býnum. Fyri tveimum árum síðani var graslíkið skift, men síðani hevur vøllurin skapt trupulleikar, tí drenið hevur ikki verið nóg gott.
Klaksvíkar kommuna hevur síðani stríðst fyri at fingið nýtt graslíkið, og drúgvu samráðingarnar við veitaran, Polytan, endaðu herfyri við eini semju, sum førir við sær nýtt graslíkið til Klaksvíkar.
? Ætlanin er at graslíkið skal skiftast í summarsteðginum hjá fótbóltinum, og vit hava longu fleiri hugskot til, hvussu gamla graslíkið skal brúkast, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð.
Spælipláss
Ein partur av graslíkinum fer til Hvannasunds, har tað skal gera nyttu.
Seinast graslíkið var skift í Klaksvík, endaði ein partur av teppinum á Viðareiði, og har hevur tað verið til stóra gleði síðani.
Men ætlanin er, at klaksvíkingar eisini skulu fáa gleði av gamla graslíkinum.
? Vit eiga at hugsa um spæliplássini í Klaksvík, og brúka graslíkið á teimum. Undir Klakki er planerað fyri einum spæliplássi fyri nógvum árum síðani, og tað verður fyrsta spæliplássið, vit ætla okkum í holt við, sigur Jórun Høgnesen.
? Til eitt íbúðarøki, har nógvar barnafamiljur eru, hoyrir eisini eitt spælipláss, sigur hon.










